Pensjónsviðurskifti og tryggingar

Tryggingarviðurskiftini virka ofta ov illa, hevur Ingeborg Vinther sagt í vikuni, eftir aðalfundin í FA. Føroya Arbeiðarafelag hevur víðkað donsku ALKA tryggingina. Á aðalfundi felagsins kom formansfrágreiðingin m.a. eisini inn á Als og inn á pensjónsviðurskifti

 

 <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Nøkur viðurskifti, ið fylla nógv í formansfrágreiðingini hjá forkvinnuni í FA, Ingeborg Vinther, eru tryggingarviðurskifti, pensjónsviðurskifti og ALS skipanin.


                 FA hevur havt samstarv við ALKA og hetta samstarv verður nú víðkað.


                 - ALKA-tryggingin hevur virkað væl higartil, og er ætlanin, at vit víðka
hana til at fata um barnatrygging fyri álvarsligar sjúkur og eingangs-
tryggingargjald til teirra, ið vera 67 ár, og ikki koma undir eftirlønina, stendur í formansfrágreiðingini.<o:p></o:p>


                 Ingeborg Vinther sigur, at arbeitt verður við tryggingarviðurskiftunum, tí tað eru ov mong dømi um, at her ruggar ikki rætt og ov tungt er at fáast við hetta.<o:p></o:p>


                 - T.d. vanlukkutrygging. Her virkar illa og tað fæst bert 80% av eini arbeiðaraløn. Arbeiðsgevarin skal hava fólkið tryggjað, men tó er trupult at koma ígjøgnum, tá á stendur og onkur fær skaða. Tá skal ein til at stríðast ímóti skipanini, sigur Ingeborg Vinther í viðmerking.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Pensjónir<o:p></o:p>


                 - Hvussu skal ein pensjónsskipan vera í framtíðini? Skulu vit byggja út ver-
andi skipan ella hava eina arbeiðsmarknaðarliga eftirlønaruppsparingar-
skipan?Hetta eru nakrir av teimum spurningum,i ð hava staðið fremst í
orðaskiftinum í Føroyum. Leiðirnar tykjast at vera tvær, ein, sum byggir á
fólkapensjón og samhaldsfasta, ella ein, sum byggir á lógarfesta eftirlønar-
uppsparing. Andstøðuflokkarnir tykjast at vilja velja ta fyrru leiðina, meðan
Landsstýrið hevði ætlanir um at koma við uppskoti um lógarfesta eftirlønar-
uppsparing, ið skuldi kosta upp til 10% av lønini. Men tíbetur eydnaðist ikki
at fáa semju í samgonguni um eitt uppskot at leggja fyri Løgtingið, tí tjóð-
veldisflokkurin vildi hava okkurt um samhaldsfesti við.
Uppskot varð lagt fyri Løgtingið av 4 tingmonnum, at loyvt skuldi verða
fakfeløgunum at gera samhaldsfastan eftirlønargrunn.
Áleggjast skuldi landsstýrismanninum í vinnumálum at leggja uppskot
fyri tingið. Hetta varð samtykt, men einki uppskot er komið fyri tingið enn,
so á hesum sinni hendi einki í tí málinum, segði Ingeborg Vinther m.a. á aðalfundinum í FA.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


ALS<o:p></o:p>


Parturin viðvíkjandi ALS fyllir nógv í formansfrágreiðingini frá aðalfundinum í FA. M.a. verður sagt:<o:p></o:p>


                 - 1. august í ár eru 10 ár liðin, síðan ALS fór undir at veita arbeiðsleysum
fíggjarligan stuðul. Eisini skuldi ALS virka fyri møguleikanum hjá arbeiðs-
leysum at fáa arbeiði og umsita arbeiðsávísingina.<o:p></o:p>


 ...Eg havi ongantíð ivast í,at nógv betri hevði verið,at arbeiðsávísingin var
úti á teimum lokalu økjunum.
Nógv misnøgd er í dag millum limirnar í FA
um ALS,og hvussu skipanin virkar. Tá ið ALS byrjaði í 1992, tók búskapar-
kreppan seg av álvara upp, og arbeiðsloysið vaks í stórum, so skipanin hevði
mangan stórar trupulleikar við at fáa pening til útgjøldini. Tí koyrdi ALS
eisini við stórum halli og mátti taka stórt lán til tess at vera ført fyri at gjalda
arbeiðsloysisstuðul út.
Í 1993 var hallið 121 milliónir kr., og útgjaldið var 280 milj. Hetta kundi
limagjaldið ikki svara. Men í 1996 kom vend í, og ALS fór at klára seg væl
betur, tí búskaparstøðan gjørdi, at arbeiðsloysið minkaði í stórum.Tær góðu
tíðirnar hava gjørt, at ognin hjá ALS er vaksin upp móti teimum 400 milj.
krónunum.
                  ?Tær góðu tíðirnar hava eisini gjørt, at møgu-
leiki hevur verið at broyta inngjaldsprosentið, so hetta síðani 1998 er lækk-
að úr 2,25% til 1,25%. Fakfeløgini hava eisini mett, at nú er rúm fyri at
hækka útgjaldið úr 70% av eini arbeiðaraløn til 80% .Hetta var semja um
millum bæði almennu og privatu fakfeløgini, tí nú eru ráð til at hækka
útgjaldsprosentið heldur enn at lækka inngjaldið enn meira.
Umboðini fyri løntakarasíðuna í stýrinum hava lagt uppskot fyri ALS um
at hækka útgjaldið upp til 80%. Málið hevur verið til viðgerðar á einum
fundi,men einki er avgjørt enn,og frá arbeiðsgevarasíðuni kom sum væntað
eitt mótuppskot, ið miðar eftir at stytta tíðina, ið til ber at vera í ALS, og at
skerja skipanina, so hon verður tann sama sum frá byrjan. Men ætlanin var
alla tíðina, soleiðis sum ráðini gjørdust, at betra um ALS, og tað eru góðir
møguleikar fyri nú.
                    ? Tá ið ringast leikaði á í krepputíðini, vildu politikararnir einki hava við ALS at gera, tí skulu teir halda seg frá skipanini nú, hon gevur yvirskot. Annars
hava ætlanir verið frammi frá Fíggjarmálastýrinum um at seta ALS á
fíggjarlógina, men hetta hevur stýrið mótmælt, tí um tað verður gjørt, er
vandi fyri, at pengarnir verða nýttir til annað enn tey arbeiðsleysu.
Barsilsskipanin
Sum flest øll vita,so verður barsilskipanin umsitin av ALS,sjálvt um bæði
fakfeløg og fakfelagsumboð í stýrinum vóru ímóti tí. ALS-skipanin skal
taka sær av teimum arbeiðsleysu og ikki blanda aðra skipan uppí.
Vit søgdu beinanvegin her í FA, at tá ið útgjaldið skal vera so høgt, at tað
kann koma upp í 35.000 kr. um mánaðin, heldur enn at tað var upp til 20.000
kr., segði tað seg sjálvt, at skipanin fór skjótt at gerast ov dýr, og pengar
komu at tróta í grunninum, og so var eisini. Fleiri milliónir vantaðu í.
Nú verður so tosað um at leingja barsilsskipanina í upp til 1 ár.Alt gott
um tað, men skal tað verða við útgjaldi,sum gongur heilt upp í 35.000 kr.,
verður tað ikki 0,25%, ið skal gjaldast inn,men fleiri ferðir tað. Ætlanin hjá
landsstýrismanninum í vinnumálum var eisini at skerja skipanina, so tað
kom at raka tey tímaløntu, men tíbetur varð uppskotið tikið aftur, bæði tí at
FA,andstøðan og partur av samgonguni mótmæltu. Tað 0,25 prosentið, ið
ALS-gjaldið lækkaði í ár 2000, varð tikið sum inngjald í barsilsskipanina, so
í veruleikanum var eingin lækking.
Dagpeningaskipanin
1.juni í fjør kom so nýggja dagpeningalógin í gildi, har nakrir batar eru
gjørdir. Ein nevnd,umboðandi dagpeningaskipanina,FAG og undirritaðu,
arbeiddi við at gera uppskot til nýggja lóg. Hetta tók sína tíð, ikki minst,tí
umboðini fyri arbeiðsmarknaðin hildu fast við,at dagpeningaskipanin
skuldi gjalda karensdagarnar,meðan tey almennu umboðini hildu seg til,at
arbeiðsgevararnir skuldu gjalda. Og sum tit vita,stóðst ikki so lítið rok av
hesum karensdøgum.
Umboð fyri arbeiðarafeløgini vóru á fundi við Løgtingsins trivnaðar-
nevnd,og tað vóru vit eisini úr 7-mannabólkinum. Øll mæltu vit til at avtaka
karensdagarnar, og at dagpeningaskipanin skuldi gjalda hetta, tí tann
almenni arbeiðsgevarin rindaði jú fyri tann alment lønta.Tað er eingin
trupulleiki við tí, men beinanvegin,tað er tann tímalønti,er søgan ein heilt
onnur.
Vit fingu andstøðuna í part við okkum eisini,og hart leikaði á til at fáa
karensdagarnar burtur. Tað eydnaðist so at enda, møguliga tí, at politik-
ararnir hava varnast, at løgtingsval stóð fyri durum. Og teir sjálvir høvdu
fingið sær í posa og sekk ­lønarhækking, tænastumannapensjón og 2.000 kr.
skattafríar um mánaðin til frímerki, og so ikki at unna teimum, ið koma
undir sjúkradagpening, løn frá fyrsta degi. Nú ber til at fáa dagpening upp til
40 vikur ístaðin fyri 20.Eisini ber til nú at fáa sjúkradagpening, um barn ella
hjúnafelagi gerast álvarsliga sjúk og tað av lækna verður mett at vera al-
neyðugt,at persónurin er um tann sjúka, stendur m.a. at lesa í formansfrágreiðingini hjá Ingeborg Vinther frá aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag farna vikuskiftið.

<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


 <o:p></o:p>