Pensjónsnýskipanin er fyribils løgd til viks. Fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevði ikki stundir at viðgera pensjónsnýskipanina nóg gjølla, og fóru lógaruppskotini ikki úr nevndini aftur í hesum umfari.
Men formaðurin í fíggjarnevndini, Jørgen Niclasen, sigur við útvarpið, at eingin orsøk er til at fella í fátt.
Hann sigur, at er politiskur vilji til tess, kann pensjónsnýskipanin setast í verk á nýggjárinum, hóast uppskotini nú detta burtur
12 lógaruppskot vóru íalt. Seks eru í fíggjarnevndini, hini seks liggja í trivnaðarnevndini.
Jákup Mikkelsen, formaður í Trivnaðarnevndini, sigur við útvarpið, at tað gav onga meining hjá nevndini at avgreiða síni uppskot, tá fíggjarnevndin ikki varð liðug við síni uppskot.
Sambært útvarpinum hevur Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, mist vónina um at fáa pensjónsnýskipanina í gildi 1. januar.
Jørgen Niclasen er meiri bjartskygdur.
Formaðuri í Fólkaflokkinum heldur framvegis, at tað ber til at fáa sett skipanina í gildi, um tey 12 lógaruppskotini verða løgd framaftur á ólavsøku.