Pensjónsmáli


 

Edmund Joensen


Uppskot Sambandsfloksins um hækkan av pensjónunum, hevur eftir øllum at døma fingið landsstýrismannin, Sámal Petur í Grund at vakna.

Tað letur til, at landsstýrismaðurin við pensjónsmálum, eftir Ólavsøku er vaknaður sum við kaldan dreym.

Fyrsta útpurringin var fýra dagar fyri ólavsøku, tá ið Sambandsflokkurin lat Føroya Løgtingi uppskot sítt, um at seta 800 mió. krónur í grunn, til hækkan av pensjónum. Talan var um skattafrítt útgjald, ið skuldi fáast at virka frá nýggjárinum komandi.

Onnur útpurringin, landsstýrismaðurin fekk, var tá ið løgmaður hevði hoyrt um uppskot Sambandsfloksins í útvarpinum, og fór at hyggja í løgmansrøðuna, sum hann skuldi halda. Hvat stóð í skjølunum frá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum um pensjónir? Har var ikki nógv at heinta. Hann fann ikki so mikið sum eitt einasta orð um hetta mál.

Nú vóru góð ráð dýr! Óli Breckmann hevði eisini hoyrt útvarpið, og ringdi til løgmann at purra hann út. Hetta brotið um fólkatrygging stendur jú í samgonguskjalinum á fjóra ári, men enn er spónurin ikki settur í »greytin«, og eingin veit heldur, hvat skal standa í uppskotinum (ikki sannheit)?

Tað at Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður ikki nevnir pensjónir við einum orði í sínum uppleggi til løgmansrøðuna, og heldur ikki hevur nakra ætlan, meðan Sambandsflokkurin hevur eitt ítøkiligt uppskot, tað fer ikki at bera til, og sær heldur ikki gott út fyri samgonguna.

Tí eru einastu ráðini (tíðin er stutt), at løgmaður skoytir uppí sín egna tekst til løgmannsrøðuna, nakrar reglur úr gomlum løgmansrøðum, um at »neyðugt er í størri mun at tryggja aldurdómin...« o.s.fr.

Løgmaður tekur harumframt dýnuna av Sámal Peturi, og gevur landsstýrismanninum turt uppá, og gevur beinleiðis ordrar til at taka málið fram aftur úr gloymskuni. Hann skal látast sum, um at málið er ávegis. (Samgongan arbeiðir við málinum, - ikki sannheit?)

Hetta er eisini neyðugt at hava í bakhondini seinni, tá ið uppskot Sambandsfloksins av samgonguni skal fellast.

Løgmansrøður

Vanligt er, tá ið løgmansrøður skulu skrivast, at allir landsstýrismenn verða bidnir um at koma við sínum íkasti til røðuna. Tað sigur seg sjálvt, at tá ið einki orð er at finna um pensjónir, frá landsstýrismanninum, Sámal Petur í Grund, sum umsitur málið, so má takast til onnur ráð. Løgmaður skoytir tí sjálvur nakrar reglur uppí um pensjónir.

Eg eri sannførdur um, at tað hevði einki uppskot komið frá landsstýrinum á pensjónsøkinum, um ikki uppskot Sambandsfloksins varð sett fram. - Líka lítið sum seinasti skattalætti hevði verið givin, um ikki Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu sett sítt egna uppskot fram um skattalætta. Hetta gjørdi, at landsstýrið tá føldi seg noytt at koma við einum minni skattalætta.