Pensjónsfeløgini missa nógvan pening

Pensjónsfeløgini, eisini tey føroysku, missa nógvan pening orsakað av fíggjarkreppuni Í Danmark kæra tey stóru pensjónsfeløgini seg um, at tey hava mist og missa framvegis nógvan pening orsakað av fíggjarkreppuni, og støðan er tann sama í Føroyum.

Tummas Eliassen, stjóri í Lív, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at partabrævaognin hjá felagnum er minkað einar 200 milliónur krónur í virði. Talan er tó um óstaðfest tap.

-Tryggingartakarar í Lív fáa eina minstu rentu uppá 2,5 prosent, og sjálvt um tað ikki ljóðar av nógvum, so er tað eisini ein avbjóðing í hesum tíðum, sigur Tummas Eliassen.

Lív hevur umleið ein fjórðing av sínum ognum standandi í partabrøvum. Restin er plaserað tryggari, eitt nú lánsbrøvum.