Tað verður ikki næsta ár, at pensjónsaldurin hækkar upp í 68 ár.
Tað gjørdi Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, púra greitt á landsfundinum í Sambandsflokkinum í morgun.
- Við halli á fíggjarlógini verða tær størstu avbjóðingarnar á almannaøkinum at varðveita verandi tænastustøðið.
Ein partur av hesum er at gera eina nýggja pensiónsskipan.
Hann sigur, at summi tykjast at hava gloymt, at undanfarna ABC samgongan hevði sett sær fyri at hækka pensjónsaldurin eitt hálvt ár, longu í ár.
Hendan samgongan arbeiðið víðari við hesi ætlan.
- Men tað verður ikki tann 1. jan 2013, at pensiónsaldurin verður hækkaður eitt ár.
- Fyri at øll kunnu føla seg trygg, verður talan um ein meira líðandi tilgongd, sum helst øll politiska skipanin kann standa saman um.
Løgmaður sigur, at miðað verður eftir at fáa dygga politiska undirtøku um hetta stórmál.
- Settur verður ein fakligur arbeiðsbólkur at gera eitt álit og koma við einum tilmæli um nýggju skipanina.
Endamálið við nýggju pensjónsskipanini er fyrst og fremst at tálma tí stóra
útreiðsluvøkstri, sum fer standast av stóra vøkstrinum av eldri borgarum, samstundis sum talið á arbeiðsførum fólki nærum verður óbroytt og kanska minkar nakað.
- Hesin vøkstur av eldri fólki fer at seta bæði pensjónsskipanina og okkara vælferðartænastur undir trýst og tí má ein tilgongd byrjast.
Løgmaður sigur, at tað ber ikki til hækka skattatrýstið fyri at svara hesum útreiðsluvøkstri.
- Nýggja pensjónsskipanin skal sostatt komandi árini skapa eina fíggjarliga haldføra pensjónsskipan, sum tryggjar øllum eina rímuliga inntøku, tá ið tey gerast pensjónistar, og sum tryggjar, at tað almenna kann veita borgarunum hóskandi vælferðartænastur, sigur løgmaður.