Dan R. Petersen
Miðal livialdurin hækkar og hækkar. Forsøgnir siga, at okkara børn og ungdómur lættliga kunnu náa 100 árum, farast tey ikki av vanlukku. Hetta er jú gleðiligt, og tey, ið hava ávirkan, politikarar og fakfelagsfólk, hava skyldu til at virka fyri, at fólk fáa eina virðiliga tilveru alt lívið.
Hesin høgi livialdurin ger, at pensjónsarini blíva fleiri og fleiri. Kanska ein triðing av lívinum.
Tíverri er samfelagið so órættvíst innrættað, at stættarmunurin ongastaðni er so stórur sum hjá pensjónistum. Hetta skyldast fyrst og fremst, hvussu sterk ella veik fakfeløgini hava verið, ella hvussu dugnalig fakfeløg hava verið.
Akademikarar eru óivað teir sum eru best fyri í so máta. Næstir eru vanligir funktionerar sum eftir eitt arbeiðslív eiga nógvar hundrað túsund á bók. Tað eru eisini tænastumenn, ið fáa 60 % av mánaðarlønini eftir eitt fult arbeiðslív. Pensjónsskipanirnar eru ymiskar, og nógvar eru góðar.
Tíverri er tað so, at okkara sjómenn hava tað veikastu pensjónina í landinum. Og hetta eftir tað harðasta arbeiðslívið sum er. Hetta er onki minni enn ein katastrofa.
Pensjónsmálið fari eg sum formaður at raðfesta allar ovast.










