Pensjónistur mátti brúka 2200 krónur til heilivág

Eftir at samgongan skerdi stuðulin til heilivág til pensjónistar, eru tað fleiri pensjónistar, sum mugu halda upp at at taka neyðugan heilivág

Tá ið eini pensjónisthjún nú ein dagin fóru á Apotekið eftir heilivági, fingu tey ein rættiligan skelk.

Tey eru von við at heilivágurin kostar 400 krónir.

Men hendan dagin í farnu viku, tey vóru á apotekinum, kostaði hesin sami heilivágurin brádliga 2200 krónur.

Orsøkin til hesa risa príshækkingina, er, at samgongan hevur samtykt at skerja stuðulin til heilivág til pensjónistar.

Áðrenn broytingina skuldi hvør pensjónistur, sum onki annað hevði at liva av, uttan fólkapenjón og samhaldsfasta, betala 200 krónur um ársfjórðingin fyri heilivág.

Restina fekk hann ókeypis.

Men nú er minsta tilskotið hækkað upp í 400 krónur um ársfjórðingin.

Men, tað, sum er uppaftur álvarsligari er tað, at nú er alt tilskot eisini avtikið til heilivág, sum sjúkrakassin ikki gevur tilskot til.

Her er talan um vitaminir, jarntablettir, kálktablettir og annað ískoyti.


Ikki ráð til heilivág

Avleiðingarnar av hesum sparitiltakinum hjá samgonguni er farið at merkjast av álvara nú eftir 1. juli, tá ið ein nýggjur ársfjórðingur byrjaði.

Og tað var hetta, sum rakti áðurnevndu pensjónistahjún sum ein hamara í høvdið hendan dagin, tey vóru á apotekinum eftir heilivági.

Umframt ymsan vanligan heilivág, var tað neyðugt hjá hesum hjúnunum at fáa kálk fyri at halda beinagrindina sterka og jarn fyri at halda blóðprosentinum umframt annan heilivág.

Men nú er avgjaldið til alt hetta tikið av og tí fingu tey hesuferð eina rokning í høvdið á Apotekinum upp á 2200 krónur fyri hendan ársfjórðingin, har tey áður plagdi at betala 200 krónur í part, ella 400 krónur tilsamans.


Neyðugt ískoyti

Sigvald Kristiansen, formaður í Landsfelag Pensjónista, sigur, at hetta er eitt av teimum ógvusligu dømunum.

Men hann staðfestir, at hetta var ein ómetaliga dyggur smeitur hjá einum pensjónistahjúnum, sum onki annað hava at liva av uttan fólkapensjón og samhaldfasta.

Men Sigvald Kristiansen, sigur, at sum mánaðurin líður, fáa tey í Landsfelag Pensjónista fleiri og fleiri fráboðanir frá pensjónistum, sum mugu gjalda fleiri hundrað krónur meiri fyri heilivágin, enn tey plaga.

Hann er eisini lækni og hann sigur, at tað er avgjørt neyðugt, at pensjónistar fáa vitaminir kálk og annað ískoyti fyri at sleppa undan skaðum og sjúkum.

Men skerjingin hjá samgonguni rakar eisini ymsan kost til sjúklingar við sukursjúku, so skulu teir framhaldandi halda seg til rætta kostin, er tað blivið dýrari at hava sukursjúku.

Pensjónistar siga fyri Sosialinum, at tað nú er blivið ein fíggjarligur spurningur, hvat tey fáa ráð til av heilivági, sum tey eiga at taka fyri at varðveita eina so góða heilsu, sum gjørligt.

Sum tað sæst í aðrari grein her á síðuni, ætlar Miðflokkurin nú at broyta lógina aftur, so at pensjónistar aftur fáa bíligari heilivág.

Les eisini greinina: Vil hava Løgtingið at rætta mistak ímóti pensjónistum