– At banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum er viðkomandi fyri nógv fólk, m.a. pensjónistar og hastar tað tí at fáa hetta samtykt. Um bíðað verður eftir løgtings-valið síðst í august 2019, kann tað ganga lang tíð, áðrenn eitt tílíkt uppskot verður lagt fyri Løgtingið aftur, sigur Beate L. Samuelsen, sum er forkvinna í Landsfelag Pensjónista.
Málið um at taka av 70 ára aldursmarkið at arbeiða hjá tí almenna lá í Løgtinginum, tá tingið varð sent í summarfrí. Kemur Løgtingið ikki saman aftur fyrrr enn á ólavsøku, so fellur málið burtur. Tá verður eingin viðgerð, tí á ólavsøku skrivar løgmaður út nýval.