Pensjónistar ov dýrir fyri landskassan

Fyri at minka hallið á fíggjarlógin, ætlar samgongan nú at taka 12 milliónir frá teimum, sum fáa fólkapensjón, avlamispensjón, fyritíðarpensjón, barnapengar ella aðrar almannaveitingar.
Sum støðan hevur verið, eru allar almannaveitingar automatiskt hækkaðar 4% um árið við tí fyri eyga at byrgja upp fyri príshækkingum, so at livistøðið ikki skuldi lækkað av tí, at prísirnir á mati, olju og øðrum, fóru upp.
Men fyri stuttum lækkaði samgongan hesa hækkingina niður í 3%. Og næsta ár er ætlanin, at hækkingin skal fella heilt burtur.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, er nú í ferð við at snikka eitt lógaruppskot til, har endamálið er at taka hesa prístals-hækkingina burtur í 1011.
Rósa Samuelsen sigur, at hetta fer at spara landskassanum fyri eina útreiðslu upp á 12 milliónir í 2011, sum sostatt verða tiknar frá øllum teimum, sum fáa pensjónir av ymsum slagi.
Men í játanarkarminum, sum varð samtyktur í Løgtinginum í vár, ger samgongan eisini greitt, at automatiska hækkingin upp á 3% skal eisini setast úr gildi í 2012 og tað fer so at spara landskassanum eina útreiðslu upp á 12 milliónir afturat.
Men her kann verða lagt afturat, at í lógini, sum automatiska hækkingin verður avtikin eftir, er ongin tíðaravmarking.
Hinvegin sigur Fróði Jacobsen, stjórnarsamskipari í almannamálaráðnum, at politiski viljin er, at her er talan um eina fyribils loysn.
Samgongan sigur í endamálið er, at útreiðslurnar til almennar lønir, skulu ikki hækka í 2011 og í 2012.
Tað merkir at enda samráðingarnar millum fígjarmálaráðið og fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum við lønarhækkingum, skulu tilsvarandi sparingar finnast á fíggjarlógini.
Men av tí, at útreiðslurnar til lønir ikki skulu hækka, heldur samgongan eisini, at tað rættasta er, at almannveitingarnar heldur ikki skulu hækka í 1012 og 2011
Men lagt verður afturat, at enda samráðingarnar kortini við, at lønirnar hækka, skal málið um at strika hækkingarnar í almannaveitingunum, eisini takast upp til nýggja viðgerð.
Tað er eisini ætlanin, at lestrarstuðulin skal frystast fastur í 2011 og 2012 og tað sparir landinum 4,5 milliónir krónur tilsamans hesi bæði árini.
Les eisini greinina: Tak meir frá okkum og lat hini fáa frið og greinina: Taka fleiri túsund krónur frá pensjónistum