LÁTURSKEIÐ
- Hesi fólkini eru simpulten so yvirfrísk, sigur Vivian Guðmundsson, ið er láturinstruktør. Tað er eisini hon ið skipar fyri, nú pensjónistarnir fyri triðju og seinastu ferð eru á láturskeið.
Læra at flenna
Her læra tey at flenna. Ikki við at hoyra ella siga skemtisøgur, men við at læra at anda og vera avslappaður.
Tá tær skulu byrja, stilla tær seg allar í ein ring, og byrja við at anda og gera nøkur øvilsir. Síðani siga tær sum Uffe Elleman, og latið verður upp fyri látrinum. Eftir tað ganga tær runt og heilsa. Tað verður gjørt við at taka í hondina, og geva hvørjum øðrum látur. Tað má sigast at rigga. Ikki tekur tað langa tíð, fyrr enn rúmið er fylt av látri.
Tá tær hava flent til tær ikki orka meir, fara tær eftir vatngløsunum. Vivian greiðir frá at tað er týðningarmikið at drekka nógv vatn. Tað er júst sum at vera í einum motiónssentrið, tí at kroppurin framkallar sama evni, sigur hon.
- Tá ið man hevur flent í ein minutt, so slappar kroppurin av í 45 minuttir, sigur Vivian.
Sunt og gott
At flenna nógv, er bæði gott fyri likam og sál. Tað hjálpir uppá stress, hjarta og gikt; men omaná tað, so er tað eisini gott fyri eitt nú sjálvsálit og kærleika.
- Látur ger at man opnar seg, og tá fer smædni av, sigur Vivian. Umframt tað at látur er stytsti vegur millum tvey menniskju, leggur hon aftrat.