Onkur vildi sagt, at har reyk samhaldsfesti í føroyskari pensiónssøgu. Onnur svara so helst, at nýggjasta pensónsuppskotið er ein avleiðing av, at framtíðin verður á tremur av gomlum fólkum, og alt ov fáum løntakarum at forsyrgja teimum.
Óansæð hvat, so eru eftir øllum at døma stórar broytingar á veg innan pensjónsøkið. Broytingar, sum gera upp við siðbundnu føroysku fólkapensiónina, sum verandi ein rættur og ikki ein olmussa. Tí framyvir verður tað eitt lógarkrav, at allir løntakarar spara upp til sína egnu pensión. Men tey, sum ikki fáa gjørt spart upp sjálvi, fáa kortini eina almenna veiting at liva fyri. Tí, sambært nýggja uppskotinum, er týdningarmiklasta endamálið við eini pensjónsskipan at fyribyrgja fátækradømi millum pensjónistar.
Politisk semja
Tað var í gjár, at ein bólkur av embætisfólki undir Fíggjarmálaráðnum handaði Landsstýrinum eitt uppskot um ”pensjónsnýskipan”, sum tað verður rópt. Uppskotið, sum er fyribils úrslitið av einum í minsta lagi 10 ára gomlum orðaskifti um pensjónir, má sigast at vera eitt kompromis millum ymsar politiskar áskoðanir. Sum skilst kunnu allir flokkar taka undir við uppskotinum, sum nú skal til almenna hoyring. Bæði í miðlunum, hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og í almenninginum sum heild.
Arbeiðsbólkurin varð settur í juni 2006, og vóru tað tey bæði Ina Hammershaimb og Kári Petersen, sum løgdu uppskotið fyri pressuna í gjár.
Fyribyrgja fátækt
Arbeiðsbólkurin sigur, at endamálið við nýskipanini er at gera eina fíggjarliga haldføra pensjónsskipan, sum tryggjar øllum eina rímiliga inntøku, tá tey gerast pensjonistar. Og sum tryggjar, at almennu myndugleikarnir kunnu veita borgarunum hóskandi vælferðartænastur, eisini við einum stórum vøkstri í talinum av eldri fólki.
Vit vera eldri og tyngri
Fortreytin fyri uppskotinum eru tær framskrivingar í fólkatalinum, sum arbeiðsbólkurin hevur valt sum útgangsstøði. Hesar framskrivingar vísa, at í dag skulu fýra løntakarar fyri at lyfta ein pensiónist, men við verandi gongd, skulu tveir løntakarar til at lyfta ein pensjónist. Snøgt sagt tí fólk liva longri, og burðartalið verður óbroytt.
Í uppskotinum verður pensjónsaldurin hækkaður við einum ári hvørt tíggjunda ár. Sostatt verður pensiónsaldurin 71 ár í 2047.
Í trimum súlum
Í stuttum snýr uppskotið seg um at skipa pensjónirnar í trimum súlum.
Hin fyrsta fevnir um fólkapensjón, sum tryggjar eina minstu inntøku hjá øllum pensjónistum.
Næsta súlan er lógarkravda uppsparingin upp á 15 prosent, sum allir løntakarar skulu rinda – bæði høgir og lágir.
Í triðju súluni finna vit so fríu uppsparingina, sum øll eru vælkomin at gjalda inn til.
Tað verða tryggingarfeløgini, sum frammanundan hava avtalur við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sum koma at umsita privatu uppsparingarnar í súlu 2 og 3.
Men hvar er Samhaldsfastið (SAMEG) í øllum hesum? Øll fara framhaldandi at rinda inn í og fáa 2.500 krónur í útgjaldi úr Samhaldsfasta. Sostatt verður grunnurin ikki víðkaður eftir hesum uppskotinum.
Sosialurin fer komandi tíðina at gera meira burtur úr nýggja uppskotinum um pensjónir.










