Pensiónirnar eiga at hava sama støði í Føroyum, sum í Danmark

Um fyritíðarpensionistur flytur frá ella til Føroya, so verður tann, ið flytir til Danmarkar glaður, ímeðan tann ið flytur til Føroya verður keddur.

 

Orsøkin er greið. Pensiónirnar eru í mongum føri fleiri túsund krónur lægri um mánaðin í Føroyum.

Ikki er tað rímiligt, tá ið vit vita, at pensiónin er goldin Føroyum í Ríkisveitingini.

Umsitingin av ríkisveitingini eigur at verða broytt, so at ríkisveitingin verður oyramerkt at fara til tað hon eigur at fara til: almannamál (m.a.pensiónir), skúla og heilsuverk.

Er rímiligt, at fyritíðarpensionisturin og fólkapensionisturin skulu fáa skammiliga pensión, samstundis sum loysingarlandstýrið roynir at lóggeva sær sjálvum, afturvirkani í hesum valskeiði, eina so feita pensión, at tað í krónum helst svarar til eitt mánaðarligt gjald uppá 30.000-40.000 krónur?

Sambandsflokkurin vil arbeiða fyri, at ríkisveitingin fer til tey endamál hon er rokna til at fara. At spara 400 milliónir krónur komandi ár og senda rokningina til pensionistar, skúlaverk og heilsuverk er stór skomm.

"Yvirskotið" hjá sitandi samgongu - tað er tað, ið tørvar hjá pensionistum, innan heilsuverk okkara, og innan skúlaverk okkara.