Eftirhondini hava nógvar av Hollywoodstjørnunum funnið saman í sonevnd ?Hollywood-gull-pør? og hvønn dag verða tey forfylgd av amerikansku fjølmiðlunum. Men hvussu nógvar pengar eru hesi stjørnupørini verd og hvat par er ríkast í Hollywood?
Danska blaðið B.T. hevur gjørt ein lista yvir fýra tey ríkastu pørini:
1: Beyoncé Knowles og Jay-Z eru á einum greiðum fyrsta plássið við 825 milliónum krónum í inntøku árliga (av hesum vinnur Jay-Z 575 milliónir og Beyoncé 250 milliónir)
2: Nicole Kidman og Keith Urban. Tilsamans hava sjónleikarinnan og country-sangarin heili 335 milliónir krónur í inntøku árliga (Keith vinnur 175 milliónir og Nicole vinnur 160 milliónir).
3: Brad Pitt og Angelia Jolie eru á triðja plássinum á listanum ? tilsamans hava tey 295 milliónir krónur í inntøku árliga (hann vinnur 165 milliónir og hon vinnur 120 milliónir).
4: Hóast hann kanska er kendasti fótbóltsleikarin í heiminum, má David Beckham klára seg við einum fjóðra plássi saman við Spice Girls konuni Posh (hann vinnur 165 milliónir krónur árliga og hon vinnur 120 milliónir krónur árliga)
Eftir hesum fýra pørunum kunnu Jennifer Lopez og Marc Anthony nevnast, sum tilsamans vinna 186 milliónir krónur árliga, umframt Evu Longoria og Tony Parker, ið vinna 180 milliónir krónur árliga.