Peningur til lívbjargarar játtaður


 

Fíggjarnevndin í Tórshavnar býráð samtykti á fundi týsdagin at játta 120.000 krónur afturat um árið til svimjihøllina í Havn. Hetta var eftir tilmæli frá mentanarnevndini.

Peningurin skal nýtast til at hava ein lívbjargara í høllini, meðan barnagarðarnir vitja høllina um morgunin, meðan svimjihøllin er stongd fyri almenninginum.

Svimjihøllin fær 60.000 krónur í ár, so lívbjargarin kann byrja eftir summarfrítíðina, men framyvir fær svimjihøllin 120.000 krónur afturat um árið, so møguleiki verður at hava lívbjargara í stólinum í høllini allan dagin, meðan fólk eru í hylinum. Harvið verður trygdin betrað.