Peningur má finnast umgangandi til Skopunar Havn

Nú SSL hevur gjørt vart við at nógvar avlýsingar verða í vetur á Sandoyarleiðini, er bráðneyðugt at finna pening til burturtøku av tí grótinum sum liggur í innsiglingini í Skopunar Havn.
 
Teistin er okkara alfaravegur sum búgva í Sandoynni, og tí kann tað als ikki góðtakast at grótið verður liggjandi útímóti vetri, soleiðis at siglingin í vetur verður darvað av hesum ávum.
 
Vit sum búgva á oynni krevja at peningur verður funnin til hesa støðu, ið metast má saman við eina neyðstøðu sum oyggin  er komin í.
 
Eg heiti tí á landsstýrismannin í fíggjarmálum og fíggjarnevnd Løgtingsins, um at finna eina loysn umgangandi á hesum trupulleika.
 
 
Brandur Sandoy, Løgtingslimur