Felagið Peningastovnar er nú farin í hernað mótvegis einum uppskoti hjá Tjóðveldi um at taka av ein serligan skattafyrimun til tey, ið læna sær pening at keypa partabrøv fyri. Uppskotið leggur dent á, at hetta verður gjørt frameftirvirkandi, tí vit halda, at fólk eru lokkað av politikarum og peningastovnum at seta seg í óneyðuga skuld.
Tað er ikki óvanligt, at peningastovnar og stórfyritøkur reka lobby-virksemi mótvegis politisku skipanini og tað hava tey sjálvsagt loyvi til. Meira óvanligt er tað kortini, at teir fara í almennan hernað móti einum uppskoti hjá einum flokki og fáa fría talutíð í almennum fjølmiðli, uttan at fáa ein kritiskan spurning.
Eg undrist stórliga á, at peningastovnar koma fram við slíkum, nú altjóða fíggjarkreppan hevur avdúkað, at íløgur, ið byggja á læntar pengar og hugsjónina um skjótan og lættan vinning, eru atvoldin til stórar trupulleikar fyri vinnu, húsarhald og skattaborgarar.
Í øðrum londum verður kikarin nú settur á ein fíggjarmarknað, ið hevur funnið nýggjar lánshættir við avdráttarfríum láni, skattafyrimunum og endurútlánum, ið hava víst seg at verða bygdar á luft – og politisku skipaninirnar hava ikki bert forsømt at regulera hesi viðurskifti, men hevur givið serliga fyrimunir til spekulasjónina.
Tann broytingin í kapitalskattalógini, sum Tjóðveldi hevur mótmælt harðliga frá byrjan og sum nú aftur verður roynt at broyta frameftirvirkandi, varð sett inn í kapitlavinningskattalógina við einum broytingaruppskoti frá samgonguumboðunum í fíggjarnevndini í 2006. Broytingin var als ikki viðgjørd og lýst og hevði onki við upprunauppskotið um kapitalvinning at gera.
Broytingin eggjar til, at heldur enn at nýta av eginpeningi til at keypa partabrøv, skal tað loysa seg betur hjá privatfólki at lána sær peningin til at keypa partabrøv fyri. Hetta elvir sjálvsagt til, at meiri læntur peningur kemur inn á partabrævamarknaðin, og bankarnir fáa møguleika at læna meira út og tjena uppá renturnar av hesum.
Hetta er sostatt ein skipan, har tað almenna og skattgjaldarin skulu geva serligar skattafyrimunir til tey, ið lána sær til partabrøv, og landið gevur harvið eisini ein óbeinleiðis stuðul til bankarnar, sum fáa rentuinntøkurnar av hesum útlánum.
At hetta hevur eggjað fólki til at lána sær pening til partabrøv er staðfest. Tað áttu eisini bankaleiðslur at kent alt til
Fyri tey, ið kunnu fáa slík lán, gevur tað sjálvsagt øktar nýtslumøguleikar, í mun til tey, ið ikki hava møguleika at fáa slík lán.
Somuleiðis undrist eg á, Felagið Peningastovnar villleiðir um uppskotið hjá Tjóðveldi, har felagið rør fram undir, at Tjóðveldi vil taka alla lógina um kapitalvinning frá 2001 úr gildi. Tað er skeivt.
Felagið Peningastovnar vil eisini í tíðindaskrivi vera við, at uppskotið hjá Tjóðveldi ger seg inn á ein sunna íløgumentan í Føroyum.
Til tað er bert at siga: Um føroysku peningastovnarnir og teir politikarar, ið hava samtykt serligar spekulasjónsfyrimunir fyri lán til partabrøv, halda hetta vera sunna íløgumentan, so hava teir lært lítið av bæði farnum kreppum og tí, sum hendir í heiminum í dag.
Tjóvðeldi ætlar ikki at lata seg trýsta av peningastovnum, ið skulu hugsa um sína egnu inntjening, til at reka ein ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk. Hinvegin vil Tjóðveldi stríðast fyri, at bæði eftirlit og reglur fyri fíggjarmarknaðin verða munandi herd sum skjótast.
Íløgur hjá privatfólki í partabrøv eiga at byggja á, hvat tú veruliga hevur ráð at gjalda. Og tekur tú lán til parta- og virðisbrøv, mást tú sjálvandi gjalda renturnar av lánunum uttan nakran frádrátt.
Og Tjóðveldi heldur, at tað hevði sømt seg peningastovnunum og leiðslum tess at tikið í egnan barm – ikki minst nú teir ikki fíra fyri at koma til politiskar myndugleikar og skattaborgararnar eftir hjálp, tá ósunn íløgumentan hevur lagt fíggjarheimin og allan heimin lamnan.










