Peningastovnar og landsstýrið viðgera búskaparstøðuna

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur nú boðið peningastovnunum á kunnandi fund um búskaparstøðuna

Mánadagin hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, boðið Felagnum Peningastovnar á kunnandi fund.

Landsstýrismaðurin staðfestir, at nógvir ymiskar upplýsingar koma fram um búskaparstøðuna.

- Summar kunnu ørkymla meiri enn tær hjálpa til at greina støðuna, heldur hann.

Tí hevur tað stóran týdning, at peningastovnarnir og landsstýrið vita av hvørjum øðrum fyri at sleppa undan óneyðugum misskiljingum, sum hann tekur til.

- Tað hevur eisini týdning at peningastovnarnir og landsstýrið kunna hvønn annan um

útlitini og hvørji átøk verða umhugsaði.

Jóannes Eidesgaard sigur í tíðindaskrivi, at í januar kemur danska stjórnin væntandi við ein nýggjum hjálparpakka til peningastovnarnar.

- Her hevur tað eisini alstóran týdning at peningastovnar og landsstýrið kunna hvønn annan um, hvussu hesin hjálparpakkin kann gagna støðuna í Føroyum.