Hvar og hvussu heldur Jørgen Niclasen, tingmaður og formaður Fólkafloksins nýggjár í kvøld?
- Nýggjárið verður hildið heima hjá okkum í Sørvági. Her verður familjan savnað. Vit verða 14 fólk, sum fara at hugna okkum saman.
Jørgen Niclasen sigur, at matskráin er forkunnug, har tey fara at eta ræst kjøt úr Tindhólmi, røtur úr Gásadali og eplir úr Oyruni í Sørvági.
- Ungu sørvingarnir eru komnir við blikkum, sum eru sett um alla bygdina. So, tá gøtuljósini slókna, og blikkini tendra, fara vit at skjóta fýrverk. Seinni fara vit til nýggjárshald, har Eyðvør Petersen fer at halda nýggjársrøðu, og kommunan bjóðar suppu.
Keypir tú fýrverk, og dámar tær at skjóta fýrverk?
- Mær dámar nokk betur at selja fýrverk, men vit keypa og skjóta eisini fýrverk, sigur Jørgen Niclasen.
Og hvat var tað keðiligasta í 2017?
- Politiska árið hevur verið rumblum við nógvum - eftir mínum tykki - skeivum avgerðum. Eg haldi, at ringastu avgerðirnar í árinum vóru fiskivinnunýskipanin og hjúnarbandslógin.
Hvat var besta upplivingin - størsta hendingin - hjá tær í 2017?
- Sitandi samgonga brúkar so nógvar pengar, at tað skuggar yvir tí góða. At peningur fossar úr landskassanum, kemur aftur um brekku. So, skal eg finna tað frægasta í árinum, er tað veljarakanningarnar, sum gera Fólkaflokkin til størsta flokk.
Hevur tú sett tær fyri at gera nakað serstakt í 2018?
- Komandi árið vil eg brúka at arbeiða fyri land og fólk. Eg vil brúka allar mínar kreftir at varpa ljós á tað, sum vit kunnu gera fyri veruliga at gagna framtíðini - teirri framtíð, sum vit skulu lata til okkara yngru, sigur Jørgen Niclasen.