VERKFALL Eftir at samráðingarnar um nýggjan sáttmála millum starvsfólk og arbeiðsgevarar í Føroya Banka og Trygd eru slitnaðar, verður arbeiðssteðgur frá í morginárið. Finansforbundet, ið er fakfelagið hjá starvsfólkunum, sum førir samráðingarnar við Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, AFF, ætlar sær ikki at sita hendur í favn, meðan arbeiðssteðgurin er. Møguleikarnir eru nógvir fyri at gera vart við ósemjuna, og ein av teimum er steðga øllum peningaflutningi til og úr Føroyum. Hetta kann gerast við samhugaverkfalli í PBS (Pengeinstitutternes Betalings Service) og BEC (Bankernes EDB Central), sum avgreiðir øll uttanlandsviðurskifti hjá føroysku peningastovnum. Tað fer at lemja stórt sæð allan peningflutning til og úr Føroyum. - Hetta er fyrstu ferð, at eg havi verið úti í eini slíkari støðu øll tey 15 árini, eg havi samráðst fyri Finansforbundet. Arbeiðsgevarafelagið hevur ikki givið seg ein tumma, meðan vit onnur hava verið til reiðar at flutt okkum munandi. Vit eru komin í hesa støðuna, tí arbeiðssgevarin ikki vil víkja frá tí uppleggi, sum var lagt á borðið frá fyrsta degi. Eitt upplegg, sum vit als ikki kunnu góðtaka, sigur Kent Petersen, næstformaður í Finansforbundet. AFF krevur ein fýra ára sáttmála, sum tilsamans gevur 11,32 prosent. Sambært útlitini fyri inflatión og príshækkingum verður talan um eina reallønarniðurgongd, hevur Finansforbundet roknað seg fram til. Ógegnuður samráðingarleiðari Kent Petersen heldur, at AFF tekur alt tað føroyska samfelagið sum gísla í hesum málinum, og hann heldur stjóran í Eik, Marnar Jacobsen, vera djúpt ógegnuðan sum samráðingarleiðara. - Tað er ótrúligt, at mann frá føroyskari síðu góðtekur, at stjórin hjá einum kappingarneyta kann samráðast vegna starvsfólk í einum øðrum peningastovni. Hetta hevði ongantíð kunnað hent í Danmark, sigur Kent Petersen. Í morgin klokkan níggju eru starvsfólkini í Føroya Banka og Trygd, sum verkfallið fevnir um, kallaði til fundar á Hotel Føroyum, har Finansforbundet fer at greiða frá verandi støðu, og hvørji tiltøk ætlanir eru um at seta í verk. Aftan á fer mótmælisgonga oman í býin at mótmæla frammanfyri inngongdunum hjá peningastovnunum. Á leið 210 av 285 fólkum í Føroya Banka og Trygd fara í verkfall í morginárið og tí verður virksemið nógv skert. Starvsfólkini í hinum peningastovnunum hava sáttmála og fara til arbeiðis, men so leingi arbeiðsósemujan varðar, verður bert høvuðsskrivstovurnar hjá peningastovnunum og trygginarfeløgunum opnar. Sí tíðindaskriv frá AFF aðrastaðni í blaðnum.