Gávan er ein liður í stuðulsavtaluni millum Neistan, SMS, Kauphting og Føroya Tele, sum byrjaði í heyst, har fyritøkurnar bundu seg til ikki bara at stuðla Neistan. Eik hevur yvirtikið leiklutin hjá Kauphting, og samstundis sum fyritøkurnar bundu seg at stuðla Neistanum, ynsktu tær eisini at stuðla Føroya Felag móti Krabbameini við einari peningaupphædd. Nú kappingarárið er farið at halla, fekk felagið peningagávuna handaða.
Umframt beinleiðis stuðulin, hevur besta manslið Neistans leikað við búmerkinum hjá Føroya Felag móti Krabbameini á bringuni. Á búnanum hevur staðið eitt telefonnummar, 905600, sum fólk hava kunnað ringt til. Fyri hvørt uppkall fara 25,- kr. óskerdar til Krabbameinsfelagið.
Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag móti Krabbameini fegnast um gávuna.
- Vit eru sera takksom fyri henda stuðul og hetta tiltak, sum SMS, Kaupting og Føroya Tele hava tikið stig til saman við Neistanum, sigur Jákup N. Olsen.
Telefonstuðulin er ikki uppgjørdur enn, og møguleiki verður at stuðla við at ringja til telefonnummarið í eina tíð afturat.