Peningafalsan gerst vanligari

Svik við eftirgjørdum pengingi gerst ein alsamt størri trupulleiki, visti danska Søndagsvisen at siga herfyri. Blaðið vísti eisini á, at eisini í Føroyum eru óektaðir seðlar komnir undan kavi

Dagfinn Olsen


Danska blaðið Søndagsavisen skrivaði herfyri, at svik við eftirgjørdum peningi gerst ein alsamt størri trupulleiki í Danmark. Ein orsøk eru bíligu teldurnar, ið eru lættar at fáa hendur á. Sonevndir scannarar og litprentarar verða nýttir at framleiða pengaseðlar við.

Talið á málum um peningasvik, har talan er um eftirgjørdan pening, sær út til at blíva dupult so stórt í 1998, sum tað var í 1997. Væntandi verður talið eini 800-900 mál við árslok. Hetta er sera stór øking síðani 1995, tá talið á málum um peningafalsan var 200.

Ólógliga virksemið viðvíkjandi peningafalsan fer fram um alt landið og neyvan er keypstaður í Danmark, ið ikki hevur sín peningafalsara. Hetta eru mest ungfólk, sum í fyrstu syftu royna at fáa peningin í ringrás á dansistøðum og bensinstøðum.

Endin kann verða, at fólk missa sína trúgv á landsins pening, sigur Niels Ørnskov frá donsku Ríkisløgregluni.


Lætt at síggja

Tað er lætt at síggja mun á ektaðum og falsaðum seðlum. Falsaðu seðlarnir hava hvørki vatnmerki, trygdartráð ella kopartrykk, sum nýggju seðlarnir, og papírið er eisini øðrvísi.

Leggur ein til merkis, at ein hevur fingið falsaðan seðil, so er at venda sær til politistøðina á staðnum. Tað er ólógligt at nýta falsaðar seðlar og peningur fæst ikki aftur - hann er mistur. Ábyrgdin at tryggja sær, at peningur er ektaður, er eins egna.

Peningafalsan verður mett sum lógarbrot ímóti statinum og kann geva revsing upp til 12 ár.

Ein av síðstu dómunum er ímóti einum 23 ára gomlum manni í Aalborg, ið fekk 15 mánaða fongsulsrevsing, sjálvt um hann bert náddi at nýta ein av teimum hálvthundrað 1000 krónuseðlunum, ið hann hevði gjørt á teldu síni.


Í norðurhøvum

Serstakliga eru tað 500 og 1000 krónuseðlar, ið verða falsaðir. Í einum dansihøli vórðu t.d. 17 falsaðir 500 krónuseðlar nýttir eitt kvøld. Fyrsta falsanin av einum 1000 krónuseðli hendi tó ikki í Danamrk, men í eini lítlari grønlendskari bygd við fáum teldum. Løgreglumaðurin á staðnum fann skjótt falsaran.


Eisini føroyingar

Eisini føroyingar eru við, tá umræður at falsa pening. Søndagsavisen veit at siga, at í summar komu undan kavi í Føroyum ein falsaður 100 krónuseðil og ein 1000 krónuseðil.

Ikki bert stórir seðlar eru falsaðir í Danmark.

Niels Ørnskov upplýsir, at í løtuni eri eini 20 mál um falsaðar 50 krónuseðlar, ið eru komnir undan kavi í september og oktober.