Pengarnir streyma enn í kassan hjá kommununum

Hóast fleiri kommunur hava lækkað skattin, hava tær fingið meir í kassan í ár, enn tær fingu í fjør

Tað gongur væl í Føroyum.

 

Tað kann enn einaferð staðfestast, tá ið hugt verður eftir seinastu uppgerðini yvir, hvussu nógv kommunurnar kring landið hava fingið inn í skatti hesar fyrstu tíggju mánaðirnar í ár, aftur ímóti í fjør.

 

Fleiri kommunur hava lækkað skattaprosentið í ár, men kortini hava allarflestu kommunurnar væl høgri inntøkur higartil í ár, enn tær høvdu í fjør.

 

Tað eru bara einstakar av teimum heilt smáu kommununum, sum hava fingið minni í inntøku, tær eru Hov, Fámjin og Húsar, men av teimum kommununum, sum eru eitt sindur størri, er skattainntøkan eisini minkað eitt vet á Eiði, men har er skattaprosentið sett tvey prosent niður í ár, afturímóti í fjør og á Húsum er tað lækkað eitt prosent.

 

Tilsamans hava kommunurnar fingið góðar eina milliard 380 milliónir inn í skatti higartil í ár, og tað eru slakar 79 milliónir meiri enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør. Tilsamans er vøksturin 6,07 prosent.

 

Tað stendur heldur slakari til hjá landinum, tí landskassin hevur fingið stívliga eina milliard og 120 milliónir inn í skatti og tað eru 3,23 prosent minni enn í fjør.

 

Hinvegin hevur inntøkan av eftirlønarskatti verið 243,4 milliónir higartil í ár, og tað eru 12,8 milliónir, ella 5,55 prosent, meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.