Pengarnir floymdu í kassan í januar mánaði

Àrsins fyrsti mánaður hevur verið ein góður mánaður, bæði hjá landskassanum og hjá kommunukassunum kring landið 

 

Í januar mánaða í ár hava bæði kommunurnar, og Landskassin, nevniliga havt munandi hægri inntøkur av skatti, enn tær høvdu í januar mánaði í fjør. Tað vísir einn uppgerð hjá Taks yvir inntøkurnar av skatti.

 

Uppgerðin vísir, at í januar í ár fingu kommunurnar 153,7 milliónir inn í skatti, og tað eru heili 15,44 prosent meiri enn í januar mánaði í fjør, tá ið 133,1 millión kom inn í skatti, ella 20,6 milliónir færri enn í ár.

 

Somuleiðis kann Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, heldur ikki annað enn fegnast um gongdina, tí í januar í ár hevur landskassin fingið 130,5 milliónir meiri inn í skatti, og tað eru munandi meiri enn í januar í fjør, tá ið 108,5 miliónir komu inn í skatti. Sostatt komu 22 milliónir meiri inn í januar í ár, ella 20,29 prosent, enn tað komu inn í januar í fjør.

 

Uppgerðin vísir eisini, at av teimum 29 kommununum kring landið, er tað bara hjá einari kommununa, at inntøkurnar av skatti eru lægri í januar í ár, enn í fjør. Tað er í landsins minstu kommunu, Fugloyar Kommunu, har inntøkurnar av skatti vóru 103.876 krónur í januar í ár, og tað eru 11.559 krónur, ella 10,1 prosent minni enn í januar í fjør, tá ið Fugloyar Kommuna fekk 115.435 krónur inn í skatti. 

Tann fyrsta desember vórðu 37 fólk skrásett at búgva í Fugloy. Í lansins næstminstu kommunu, í Skúgvi, eru 43 fólk skráett at búgva, men har var inntøkan av skatti heldur lægri enn í Fugloy. Í januar í ár fekk Skúvoyar Kommuna nevniliga 97.585 krónur inn í skatti og tað eru 10,23 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ið 89.340 komu í kommunukassan í Skúgvi.

 

Allar hinar kommunurnar hava fingið munandi meiri inn í skatti higartil í ár, enn tær fingu í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Inntøkan av skatti er eitt úrslit, at í januar í ár hava inntøkurnar verið munandi hægri enn í Januar í fjør. Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at í januar í ár vórðu 923 milliónir goldnar í vanligum lønum, aftur ímóti sløkum 810,6 milliónum í vanligum lønum í januar fjør. Sostatt eru eru A inntøkurnar í januar ár, 112,4 milliónir hægri enn tær vóru í sama mánaði í fjør.