Saman við donsku peningastovnunum hava teir føroysku verið við til at gera tillagingar í bankaskipanini, soleiðis at peningurin nú ferðast skjótari millum konti.
Fyrr hevur tað verið so, at peningurin var burtur í ein dag, um flutt varð millum konti í ymiskum peningastovnum, men hetta er nú broytt. Verður flytingin gjørd fyri klokkan 11.40, er hann nevnliga á konto hjá móttakaranum sama dag.
Sum heild er talan um fyrimun hjá viðskiftafólkum. Eitt nú betrar tað nakað um gjaldførið hjá fyritøkum, um peningurin er tøkur ein dag fyrr, enn hann áður hevur verið.