Rógvi á Rógvu
.....
Men nú tá okkara borgarstjóri og javnaðarmaðurin Heðin Mortensen saknaði uppskot til hvat man “annars skuldi brúka peningin til”, vil eg fegin koma við einum uppskoti.
Kanska hetta kann vera við til at víðka um hugflogið og síggja heildina.
Uppskot:
6 mió. til Tórsvøll
6 mió. til ítrótt ið annars hevur stóran tørv
6 mió. til tónleika og listarumhvørvið
6 mió. til arbeiðsskapandi tiltøk
3 mió. til betra umstøðurnar hjá teimum tilkomnu
2 mió. til “Í menniskjum góður tokki”
2 mió. til ungdómsarbeiði og Margarinfabrikkina
1 mió. til Musikkskúlan og Musikkskúlamiðnám
1 mió. til heimleys
1 mió. til børn við serligum tørvi
1 mió. til arbeiði at leggja tilrættis hvussu vit skipa framtíðar Tórshavn
Íalt 35 mió.