Pengar úr landskassanum í statskassan

Tingmaður spyr, um løgmaður ætlar, at bøtur í Føroyum skulu rindast í landskassan heldur enn í danska statskassan

Tað er Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, sum spyr Aksel V. Johannesen, løgmann, um bøtur, sum verða rindaðar í Føroyum. Hann hevur tí sett løgmanni ein soljóðandi grein 52a fyrispurning:

1. Ætlar landsstýrið at taka upp samráðingar við donsku stjórnina um, at bøtur í Føroyum skulu í landskassan, heldur enn statskassan?

2. Um so er, hvørjar bøtur vil landsstýrið royna at tryggja landskassanum?

Jørgen Niclasen vísir á, at herfyri gjørdu Kappingareftirlitið og Føroya Tele semju um eina bót til Føroya Tele. Peningurin frá slíkari bót fer í danska statskassan.

– Føroya Tele er alment partafelag, og bótin minkar tí um vinningsbýtið til landsskassan. Sostatt ber til at siga, at ein almennur myndugleiki og eitt alment partafelag gera avtalu um at taka pening úr føroyska landskassanum at koyra í danska statskassan. 

– Í síni tíð gjørdi landsstýrið avtalu við donsku stjórnina um, at bøtur fyri brot á fiskivinnulóggávuna skuldu rindast í landskassan. Tað varð mett rímiligt, tí eftirlitið var rindað av landskassanum. Peningur fyri allar aðrar bøtur enda í danska statskassanum, sigur Jørgen Niclasen.

 

##med2##

– Spurningurin er, um bótin ikki eigur at fara í landskassan, tá landskassin rindar fyri eftirlitið, sum landskassin til dømis ger, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan og Kappingareftirlitið geva bøtur, og um tað ikki hevði verið rætt og rímiligt, at allar bøtur í Føroyum verða rindaðar í landskassan, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður.