Pengar til gransking og menning

Almennur fundur um altjóða stuðulsmøguleikar til gransking og menning verður í Miðlahúsinum hósdagin 22. januar klokkan 14. Kunningarfundurin er eitt høvi hjá øllum áhugaðum at fáa meiri at vita um, hvussu føroyskar fyritøkur og stovnar kunnu fáa stuðul frá trimum altjóða stuðulsskipanum: NORA (Norrønum Atlantssamstarvi), NPP (Northern Periphery Programme) og FP7 (Sjeyndu rammuskránni) hjá ES. Á fundinum verða framløgur um skipanirnar og eisini kunnu fólk fáa persónliga vegleiðing um stuðulsmøguleikar.