Pengar stolnir av kortinum

Einar 10.000 krónur eru stolnar av Visa-kortinum hjá onkrum av lesarum okkara

 

Fyrr í dag skrivaðu vit um, at Nets hevur sperrað hópatals gjaldskort, tí vandi er fyri, at dátur á kortinum eru avritaðar, og at kortið tí kann misnýtast.

 

Tað vísir seg eftir øllum at døma eisini, at vandin fyri pengastuldri av kortinum er heilt ítøkiligur.

 

Lesið eisini: Hópatals gjaldskort sperrað

 

Í øllum førum hevur ein lesari vent sær til okkum við boðum um, at einar 10.000 krónur eru tiknar av bankakonto, uttan at kortánarin visti av hesum.

 

- Mítt kort varð sperrað um vikuskiftið, og eg havi fingið boð frá bankanum um hetta. Síðani eri eg komin eftir, at einar 30 smærri og størri upphæddir eru farnar av mínari konto. Størsta upphæddin er 3.000 krónur, og íalt eru einar 10.000 krónur horvnar av kontini, sigur lesarin.

 

Hyggjuráðini hjá teimum, sum hava fingið boð um, at kortið er sperrað, munnu tí vera at kanna eftir, um óvanligar røringar hava verið á bankakonto teirra seinastu dagarnar.