Bólkurin, »Steðga pedofili í Føroyum« hevur verið til á Facebook í eina tíð, men um vikuskiftið geisaði kjakið veruliga upp.
- Endamálið við bólkinum er at varpa ljós á teir pedofilu, barnamisnýtararnar, her á Føroya landi. Talan er um persónar, sum hava gjørt og gera seg inn børn, og sum ikki verða dømdir nóg hart, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar við Rás2.
Kjakið um vikuskiftið vísir, at sambært teimum, sum hava luttikið í kjakinum, og sum sjálvi hava verið útsett fyri kynsligum ágangi sum børn, er revsingin alt ov lin.
- Í flesti førum er talan um treytaðan dóm og tað merkir, at teir als ikki skulu sita ein einasta dag fyri brotsverkið. Og tað kennist sum ein háðan móti teimum, sum hava verið útsett fyri siðamisbroti, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar.
Og tað heldur hon vísir eina vanvirðing móti ofrunum.
Hvat er at gera
Tað er neyvan sannlíkt, at pedofili er nakað nýtt fyribrigdi í Føroyum. Tað hevur helst altíð verið her, men so hvørt sum vit eru vorðin meira upplýst er trupulleikin komin meira fram.
Spurningurin er so bara, hvat verður gjørt við trupulleikan.
- Tað allarfyrsta, sum gerast má, er at broyta lóggávuna á økinum, og áðrenn tað verður gjørt, verður helst ikki nógv broytt. Rænir tú ein banka, fær tú langa fongsulsrevsing, men ger tú teg kynsliga inn á eitt barn, fært ú eitt slag á fingrarnar, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar.
Hon leggur harvið upp til, at samfelagið virðismetir pengar munandi meiri enn børnini. Men hon hevur eisini aðrar tankar um, hvat vit eiga at gera.
- Eg havi skrivað nøvn á persónum á Facebook, sum er veit eru dømdir fyri kynsligan ágang móti børnum, men sum ganga leysir, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar.
Hetta hevur hon gjørt fyri at foreldur skulu hava møguleika fyri, at verja síni børn móti hesum monnum, tí tað hava tey ikki møguleika til sum nú er.
Ikki rætta leiðin
- Reaktiónin er, at foreldur eru skelkað. »Meinar tú tað? Mítt barn hevur verið inni har«. Hetta havi eg gjørt, sjálvt um eg veit, at tað er ólógligt, og at ein meldan er á veg, sigur Birita á Løgmansbø.
Og at tað er ólógligt váttar Jógvan Páll Lassen, sakførari.
- Tú mást í slíkum førum ikki nevna nøvn í almenna rúminum, heldur ikki, um tað tú sigur er rætt. Tá ein dømdur hevur yvirstaðið sína revsing, hevur hann rætt til eitt vanligt lív aftur, sigur Jógvan Páll Lassen.
Hetta er galdandi uttan mun til, hvør brotsgerðin er.
- Um onkur er dømdur fyri stuldur, hevur tú ikki loyvi at kalla viðkomandi fyri tjóv, eftir at revsingin er yvirstaðin. Sjálvt um maðurin er dømdur fyri tjóvarí, sigur Jógvan Páll Lassen.
Ein annar møguleiki, sum Birita á Løgmansbø Bláhamar nevnir er at upprætta listar yvir pedofilar persónar.
- Vit mugu avgjørt fáa ein lista við nøvnum á dømdum pedofilum. Tað skal verða soleiðis, at allir dømdir pedofilir menn skulu setast á ein lista, sum er atkomiligur hjá øllum foreldrum, so tey kunnu síggja, hvør maðurin – ella konan – er, hvat viðkomandi hevur gjørt og hvar viðkomandi býr, sigur Birita á Løgmansbø Bláhamar.
Eftirlit og upplýsing
Men hesum er Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovu Føroya, grundleggjandi ósamd í.
- Eg haldi avgjørt ikki, at tað er ein gongd leið at gera ein slíkan lista. Tað hevði heldur ikki hjálpt, tí pedofili er aloftast nakað, ið hendir innan familjuna, og ein slíkur listi hevði tí ikki hjálpt familjunum, sigur Oddbjørg Balle.
Hon heldur hinvegin, at aðrar leiðir eiga at roynast.
- Vit eiga tíðliga at tosa við børnini um teirra kropp. Vit eiga at læra tey, tað er teirra kroppur, at eingin annar kann røra við tey, og vit skulu tsa við tey um, hvussu tey verja seg móti ágangi, sigur Oddbjørg Balle.
Og so hevur hon eisini eini onnur góð ráð.
- Í arbeiði við børnum eiga vit at kannað tey sjálvbodnu, millum annað við at kanna teirra revsiváttan. Eisini eiga vit at skipa fastar mannagongdir hvussu farast skal fram, tá arbeitt verður við børnum, sigur Oddbjørg Balle.










