Pengar hava onga endastøð

   

Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
?????????????????
"Drop bloktilskudet til Færøerne" var boðskapurin, sum Hermann Oskarsson, formaður í búskaparráðnum hevði at bera dønum í tíðindasendingini hjá Danmarks Radio týsmorgunin í hesi vikuni. Tíðindakvinnan endurgav formannin í búskaparráðnum fyri at siga, at "det er 1 mia. kroner direkte ud af danske skatteyders lommer og er bare til besvær for Færøerne, som de sidste ti år har sendt pengerne videre til udlandet".
At fáa slík boð frá "formanden for Færøernes økonomiske råd", má vera skelkandi fyri danskar skattgjaldarar og politikar-ar, tí tá sagt verður, at pengarnir verða sendir víðari til útlond, so kann tað skiljast sum um at føroyingar ikki hava brúk fyri pengunum sjálvir, og tí geva teir burtur til onnur at brúka. Men soleiðis er veruleikin sjálvsagt ikki. Føroyingar hava brúk fyri blokkstuðlinum, um vit skulu varðveita tær tænastur, sum føroyska samfelagið hevur at bjóða sínum borgarum.
Eingin endastøð
Pengar hava tann løgna eginleika, at teir enda ongastaðni, men eru alla tíðina í umferð. Tað at vit arbeiða og fáa løn útgoldna, er í sær sjálvum ikki tað sum gevur okkum mat í munnin, men tað at vit keypa matvørður fyri pengarnar (tað vil siga lata pengarnar frá okkum aftur), ger at vit kunnu eta okkum mett.

Hetta er eisini galdandi fyri bæði blokkstuðulin og aðrar pengar, sum koma inn í føroyska samfelagið. Pengar sum vit vinna fyri útflutningsvørur verða eisini "sendir av landinum" aftur, men tað merkir ikki, at teir eru óneyðugir ella "bare til besvær for Færøerne", sum Hermann Oskarsson sigur um blokkstuðulin. Vit fáa bæði vørur og tænastur fyri pengarnar, tá vit gjalda við teimum.

Búskaparráðið
Uppgávan hjá búskaparráðnum er at ráðgeva um búskaparlig viðurskifti og tí er tað umráðandi, at úttalilsini frá ráðnum hava somikið við veruleikan at gera, at tey sum skulu hava ráðgevingina megna at fylgja við.
Sambandsflokkurin átekur sær ongan rætt til at ávirka búskaparráðið politiskt, men flokkurin stendur spyrjandi yvirfyri hesum úttalilsinum, og vil tí spyrja, um búskaparráðið og tess limir veruliga halda, at ein milliard, sum ikki verður brúkt, kemur inn í føroyska samfelagið, og at vit onga nyttu fáa burturúr hesi milliardini áðrenn hon fer av landinum aftur?