Pengar eru ikki bara eydnan

Jordan Henderson hevur pakkað kuffertið í Saudiarabia og skiftir til Ajax

Fyrrverandi liðskiparin hjá Liverpool, Jordan Henderson, skifti óvæntað til Saudiarabia farna summar. Hóast eina risa løn, so hevur enski miðvallarin pakkað kuffertið og valt pengarnar frá. Hann skal nú hjálpa Ajax at koma upp á beint aftur.

 

Tað kom óvart á, tá Jordan Henderson valdi at skifta frá Liverpool til Al-Ettifaq í Saudiarabia. Hann hevur verið ein fortalari fyri fleiri minniluta bólkar og talað at, tá myndugleikarnir í Onglandi ikki livdu upp til krøvini undir koronatíðini.

 

Hann fekk nógvan kritikk, tí hann valdi at skifta til Saudiarabia, har fleiri av minniluta bólkunum, sum hann stuðlaði, ikki hava somu kor. Fyri ikki at siga eru bannlýstir og verða revsaðir við harðastu revsing. Alt fyri eina risa løn. Fólksligi liðskiparin hevði selt sína sál.

 

Sjálvt um ein annar fyrrverandi liðskipari hjá Liverpool, Steven Gerrard, er venjari hjá Al-Ettifaq, so hevur Jordan Henderson ikki funnið seg til rættis í Saudiarabia. Hann er ikki einsamallur, tí spælarar sum Roberto Firmino og Karim Benzema sigast eisini leita eftir nýggjum felagi í Evropa.

 

Ajax hevur havt tað torført í hesum kappingarárinum, men er í holt við at fóta sær. Hesum skal Jordan Henderson hjálpa til við. Tað gevur eisini miðvallaranum ein møguleika at halda fast í plássinum á enska landsliðnum.