Fótbóltur
Tað hevur kanska áður verið ein spurningur, sum ikki hevur verið heilt so lættur at svara. Men í dag er so eingin trupulleiki at finna svarið. David Beckham er so nógv tann best lønti fótbóltsspælarin í heiminum í dag.
Komandi fimm árini fær hann ikki minni enn 1,3 mia kr., og tað svarar til eina dagsløn upp á góðar 700 tkr. Ella á leið tað sama, sum ein av teimum heilt væl løntu Premier League spælarunum fáa um vikuna.
Vil skriva søgu
Men skulu vit trúgva Beckham sjálvum, so eru tað ikki bara pengarnir, sum hava lokkað hann til USA.
- Sjálvandi er upphæddin stór. Heilt stór. Men eg vóni, at eg við hesum kann gera mítt til, at fótbólturin fær betri fastatøkur í USA. Kanska ikki eins væl sum baseball, basket og football, men í øllum førum so, at USA veruliga kann gera um seg í heimshøpi. Eydnast tað, so fái eg ein møguleika at gerast partur av heimssøguni innan fótbólt, sigur David Beckham.
Og samstundis leggur hann dent á, at hann ikki hevur slept vónini um at náa 100 landsdystum fyri Ongland.
- Eg veit væl, at fótbólturin í USA er á einum lægri støði enn í eitt nú Spania og Onglandi. Men eg ætli mær at gera mítt besta, og so leingi eg spæli, eri eg eisini til taks hjá enska landsliðsvenjaranum.
Hetta verður tó ikki lætt fyribils, tí komandi hálva árið skal Beckham ikki rokna við teirri stóru dystarvenjingini. Í øllum førum hevur Real Madrid venjarin, Fabio Capello, staðfest, at nú Beckham hevur skrivað sáttmála við annað felag, verður hann ikki roknaður sum partur av hópinum longur.
Konan væl nøgd
Meðan Davic sjálvur soleiðis hugsar um enska landsliðið, meðan hann telur milliónirnar, so eru eisini røddir frammi um, at Victoria Beckham er tann, sum er best nøgd av øllum.
Fyrrverandi Posh Spice hevur í dag lagt leiðina inn í mótaheimin, og higartil hevur gingist hampuliga væl at sniðgeva buksur og sólbrillur, eins og okkurt luktilsi eisini ber heitið hjá Victoriu Beckham.
Ivaleyst hevur hon longu nú forvunnið meira enn maður hennara, men tað forðar henni ikki í hugsa størri tankar, og nú verður roknað við, at filmsheimurin er næsta stig hennara.
Og um so er, so er tað jú rættiliga praktiskt, at heimið verður í Los Angeles komandi fimm árini. Her er jú eisini Hollywood, og hvør veit, um Victoria ikki kann finna leiðina yvir til onkran filmsframleiðara. Og um ikki, so ber jú altíð til at keypa okkurt stásið í onkrum av mongu stjørnuhandlunum har á leiðini.