Pena Nieto rætti vinnarin

Ein serligur valdómstólur í Meksiko staðfesti í gjár, at Enrique Pena Nieto vann forsetavalið, sum var tann 1. juli, og at hann tískil er landsins lógliga valdi forseti og skal røkja forsetaembætið frá 1. desember í ár til tann 30. november í 2018.

Harvið havnaði dómstólurin einari kæru frá valevninum Andres Manuel Lopez Obrador, sum hevði karvt, at valið bleiv ógildað. Tann vinstrasinnaði Obrador vildi vera við, at flokkurin hjá Pena Nieto, PRI, hevði keypt fimm milliónir atkvøður og brúkt meiri pengar í valstríðnum, enn reglurnar loyva.

Obrador segði í gjár, at hann viðurkennir framvegis ikki valúrslitið, og hann eggjaði sínum stuðlum til at taka lut í einum mótmælistiltaki, sum verður tann 9. september.