Pelsar og jólastás í Reyða Krossi

Fram til jóla verður skipað fyri temavikum í Reyðakrosshandlinum á Bryggjubakka

Hesa vikuna er handilin á tremur við góðum, heitum klæðum til veturin. Úrvalið er fjølbroytt : pelsar, dýnufrakkar og ullintir frakkar – harafturat er ein rúgva av heitum, bundnum troyggjum bæði til børn og vaksin.
- Komandi vikurnar verður eitt stórt úrval av stásklæðum og prýði at finna í handlinum. Sera flottir veitslukjólar í øllum litum og sniðum og annars stásklæði til allar aldrar, sigur Gunnvør Joensen, leiðari í Reyðakross handlinum.
Handilin hevur fingið eina rúgvu av prýði, serliga hálsprýði, sum eisini verður at fáa komandi vikurnar.
- Reyða Kross handilin hevur bert góðar, heilar vørur, so tað ber væl til at ogna sær okkurt vakurt, spennandi ella annaleiðis til jólaborðhaldini í ár, sigur Gunnvør Joensen.
Í handlinum eru eisini jólavørur: pynt og brúkslutir, so jólagávan kann bjargast við at hyggja oman í handilin.
Handilin er opin hósdag og fríggjadag kl. 13.30 til 17.30 og leygardag kl. 11.00 til 14.00.
So tað er bara at koma oman og ogna sær okkurt serstakt, sigur Gunnvør Joensen.
Leygardagin 28. November verður loppumarknaður í húsinum hjá Reyða Krossi.
Øll, ið starvast í handlinum hjá Reyða Krossi, eru sjálvboðin, og tað er altíð brúk fyri fleiri fólkum.
- So um onkur hevur áhuga at gera ein mun í sambandi við hjálpararbeiði og hevur hug til at gera handil okkara enn betri, og samstundis verða við í góðaum samstarvi við onnur sjálvboðin, so kom oman og fá eitt prát ella ring til mín á tlf. 287119, sigur Gunnvør Joensen.