Tað skrivar the New York Times.
Nancy Pelosi, sum var forkvinna í amerikanska umboðsmannatinginum frá 2007 til 2011 og aftur frá 2019 til 2023, hevur leingi verið ein trúgvur stuðul hjá Biden.
Hóast Biden hevur gjørt púra greitt, at hann ikki ætlar sær at taka seg úr valdystinum, so er trýstið á sitandi forsetan bara vaksið alsamt seinastu dagarnar.
Forsetavalevnið hjá Demokratiska flokkurinum verður formliga og endaliga valt og staðfest á konventiónini hjá flokkkinum, sum verður hildin í Chicago í døgunum 19. til 22. august.
Tá er seinasti kjansur at finna onkran at loysa Joe Biden av sum valevni.
Til tess krevst tó, at Joe Biden – sum jú vann undanvalið, ið flokkurin helt – sjálvur tekur seg úr valdystinum.