Pellegrini venjari í Madrid

Real Madrid skal hava nýggjan venjara, og nú er greitt um, at Manuel Pellegrini skal taka við leiðsluni í kongaliga felagnum. Pellegrini hevur venjari í Villareal, og í gjárkvøldið váttaði Real Madrid søgurnar um, at Pellegrini er nýggjur venjari í felagnum. Real Madrid ætlar eisini at fáa fyrrverandi stórspælaran Zinedine Zidane til felagið sum serligan ráðgeva.