- Antin Ongland, Italia ella Brasilia koma heilt til finaluna, men um eg skal útnevna ein vinnara longu nú, so verður tað Brasilia, sigur Pele, eftir at lutakastið til bólkaspælið var avgreitt fríggjadagin.
Pele sjálvur vann HM-heitið tríggjar ferðir - í 1958, 1962 og 1970. Og hann ivast ikki í, hvør eigur heimsins besta lið í løtuni.
- Brasilia er besta liðið í hesi stund, tí teir eru tað einasta liðið, ið hevur tveir góðar leikarar til hvørt einasta pláss á vøllinum. Einasti trupulleikin hjá venjaranum er at velja, hvør skal byrja inni, slær Pele fast.
Hann metir tó, at Ongland og Italia eru vandamiklastu hóttanirnar hjá Brasilia.
- Ongland hevur heilt avgjørt ein góðan møguleika at koma í finaluna. Eg havi sæð so at siga hvønn einasta dyst hjá teimum seinastu tvey árinni, og teir hava tikið seg nógv fram, heldur Pele, sum tó eisini gevur Italia ein góðan møguleika at gera seg galdandi, um mett verður út frá tveimum teimum seinastu árunum.
Eingin ivi er um, at Brasilia hevur ein heilt ótrúligan hóp av leikarum í løtuni. Serliga tær offensivu kreftirnar eru øgiligar. Við Ronaldo, Kaka, Adriano og Robinho verður torført at halda álopsspælinum í teymum.