Pelé fyllir 75 ár

Pelé er samdur við øllum teimum, sum halda, at hann er heimsins besti fótbóltsspælari nakrantíð

Í dag fyllir stóra brasilska fótbóltslegendan Edson Arantes do Nascimento, best kendur sum Pelé 75 ár.

 

Pelé er valdur til at verða heimsins besti fótbóltsspælari nakrantíð, og sjálvur er maðurin, sum vann HM við Brasil í 1958, 1962 og í 1970 samdur, og hann hevur torført at fáa eygað á nakran, sum spælir nú á døgum, sum er líka góður, sum hann varð á sinni. 

 

Pelé heldur heldur ikki, at tað eru nakrir spælarar, sum spæla í dag, sum eru líka góðir, sum Franz Beckenbauer, George Best, Johan Cruyff og Zinedine Zidane vóru. - Messi er framúr, inteligentur, og tann besti spælarin vit hava í dag. Men Messi er ikki góður í luftini, og hann er ikki líka góður við báðum beinum, staðfestir Pelé, sum eisini dregur fram David Beckham og Cristiano Ronaldo, sum tveir góðar spælarar. 

 

Tó heldur Pelé, at um Neymar mennir seg, so kann koma uppá eitt støðið, har Neymar verður næstan líka góður, sum Pelé sjálvur varð á sinni.

 

Pelé harmast um afturgongdina hjá brasilska landsliðnum, sum hann heldur haltar aftaná teimum bestu evropeisku landsliðunum. Pelé harmast eisini um, at Brasil er sokkið so nógv í støði, at eingin óttast fyri at spæla ímóti Brasil longur. Sjálvur sat Pelé heima og sá 1-7 HM hálvfinalutapið ímóti Týsklandi á heimavølli ífjør, og hann dylur ikki, at hann varð skelkaður um hvussu vánaligt brasilska liðið varð í hesum dystunum.