Pelagos verður nú royndarkoyrt

- Vit miðja eftir at keypa fyrstu lastini av uppsjóvarfiski í næstu viku, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri á P/F Pelagos í Fuglafirði.

Í summar hevur rættiliga nógv fólk verið til arbeiðis á uppsjóvarvirkinum, sum P/F Pelagos hevur bygt úti á havnalagnum í Fuglafirði. Tá virksemið hevur verið mest, hava einir 100 mans verið til arbeiðis, og nú líður arbeiðnum so mikið væl, at virkið ætlandi verður royndarkoyrt um vikuskiftið.

 

Jóhan Páll Joensen, ið er settur sum stjóri á virkinum, sigur, at sjálvur hevur hann verið til arbeiðis í Fuglafirði hvønn dag í eina longri tíð. Hann sigur, at nú eru teir komnir har til, at sjálvur framleiðsluparturin nærkast endanum.

 

- Vit ætla at royndarkoyra P/F Pelagos um vikuskiftið. Hetta verður helst fiskur, sum kemur í kørum ella tangum, og síðan er ætlanin, at vit skulu taka ímóti fyrstu lastini av uppsjóvarfiski í næstu viku, sigur hann.

 

Stjórin vísir á, at longu nú eru nøkur fólk til arbeiðis á virkinum, sum ætlandi koma at verða knýtt at virkinum frameftir. Her verður ruddað og gjørt klárt til at royndarkoyra nýggja uppsjóvarvirkið.

 

- Tað er soleiðis, at vit eru um at verða lidnir við sjálvan framleiðslupartin, men enn fer tað at taka nakað av tíð at gera skrivstovur og ymisk onnur høli liðug innan. Nú verður virkið royndarkoyrt, og síðan skulu vit hava góðkenning til at fara undir veruliga framleiðslu, leggur Jóhan Páll Joensen aftrat.

 

Tað eru tríggir av risunum í føroyskum vinnulívi, sum hava reist hesa veldugu verkætlan á føtur, Havsbrún í Fuglafirði, Framherji í Fuglafirði og so teir, sum standa aftan fyri Norðborg og Christian í Grótinum í Klaksvík. Hesi feløg hava sett tilsamans 50 miljónir krónur í verkætlanina. Haraftrat eiga onnur feløg og lokalir íleggjarar tilsamans 10 prosent av partapeninginum í P/F Pelagos.

 

Nú virksemið á virkinum í Fuglafirði fer í gongd, verður kapasiteturin 650 tons um samdøgnið, men virkið er bygt soleiðis, at móttøkuorkan lættliga kann økjast. Verkætlanin fer at kosta einar 200 miljónir krónur, og miðjað verður eftir, at P/F Pelagos fer at taka ímóti umleið 45.000 tonsum av uppsjóvarfiski um árið.

 

- Eg haldi, at hetta er ein ógvuliga spennandi verkætlan, og eg trúgvi upp á, at hetta fer at bera til. Um eg ikki trúði upp á verkætlanina, hevði eg ikki søkt starvið sum stjóri á virkinum, sigur Jóhan Páll Joensen, sum hevur Fríðin Ziskason undir sínari lið sum virkisleiðara.

 

Eini 80-100 fólk fáa arbeiði á nýggja uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði.