Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos, tosaði við Leo Poulsen í tíðindunum á Rás 2.
Hann sigur, at teir lata væl at, men onkrir byrjunartrupulleikar eru.
Virkið hevur higartil keypt frá Fagraberg, Tummas T og Norðborg.
70 til 80 fólk arbeiða á virkinum í løtuni, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Jóhan Páll Joensen.