Pelagos keypt meira enn 20.000 tons

Umframt tær nøgdir, sum Havsbrún hevur tikið imóti í ár, hevur Pelagos eisini keypt og arbeitt væl av uppsjóvarfiski.

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár hevur innflutningurin um Fuglafjarðar havn verið tilsamans 248.400 tons, meðan útflutningurin hevur verið 142.400 tons. Tá samanborið verður við fyrstu fýra mánaðirnar í fjør, var innflutningurin 201.000 tons og útflutningur 107.800 tons.

 

Uppí hesum tølum er allur inn-og útflutningur íroknaður, sum er komin og farin um bryggjukantin í Fuglafirði í nevndu tíðarskeiðum - og eisini olja, sum er komin upp í Fuglafirði og sum seld er skipum, sum hava verið á Fuglafirði og bunkrað.                                                                                                          

 

Tey tøl, sum ikki eru við í útflutninginum, eru nøgdirnar, sum verða fluttar úr Fuglafirði á trailara, og her er talan um rættiliga stórar nøgdir gjøgnum eitt heilt ár. Tølini snúgva seg soleiðis um allan inn-og útflutning, sum kemur og fer um bryggjukantin í Fuglafirði.

 

Havnarmeistarin vísir á, at nógvur svartkjaftur er komin upp á land í Fuglafirði í ár, og haraftrat er komið væl av makreli, sild og lodnu fyrr í ár.

 

- Umframt tær nøgdir, sum Havsbrún hevur tikið imóti í ár, kunnu vit eisini fegnast um, at Pelagos hevur keypt og arbeitt væl av uppsjóvarfiski, sigur Rólant Højsted, sum vísir á, at Pelagos helst hevur keypt stívliga 20.000 tons av makreli, sild, lodnu og eitt sløð av svartkjafti.