Pelagos fiska alfonsini við Mauritius

Í síðstu viku fór fyrstitrolarin Pelagos, sum er seldur til eitt felag á Mauritius, av landinum. Tað var P/F Ocean Perch, sum JFK Trol keypti fyrr í ár, sum átti trolaran, nú hann varð seldur.

 

Pelagos varð bygdur í Hollandi í 1974. Hann varð longdur fimm metrar í 1982, og hann kann fyrsta um 75 tons um samdøgrið.

Tá Pelagos fór av Havnini mikudagin, brast eitt oljurør, og skipið mátti venda aftur og fáa skaðan umvældan á Tórshavnar Skipasmiðju. Men seinni kundi skipið halda fram longu leiðina til Mauritius.

Tað er skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum, sum hevur staðið fyri handlinum. Álvur Mortensen á meklaravirkinum sigur, at nýggju eigararnir á Mauritius ætla at gera stórar broytingar við skipinum. Eitt nú skal skipið leingjast nakrar metrar, skipið skal sandblásast, málast og yvirhálast. Skipið skal fiska pelagiska fiskaslagið, alfonsini og hake.

Skipið hevur ligið við bryggju síðsta árið, meðan royndir hava verið gjørdar at selt tað. Skuldi skipið hlada fram í føroyska flotanum, vóru eitt nú heilsukrøv, ið skuldu lúkast.

Tað verður helst Næraberg, sum nú skal fiska av kvotuni hjá Pelagos, sum eftir hvat Sosialurin skilir, varð selt fyri einar 4-5 milliónur krónur.