Í dag er avtala millum Pelagos Pf í Fuglafirði og Faroe Real Estate Ltd. Pf í Kollafirði endaliga avgreidd, og eigur Pelagos Pf nú allan partapeningin í Faroe Pelagic Pf, sum eigur uppisjóarvirkið í Kollafirði.
Eirikur Lindenskov
Hesum boðan Jóhan Páll Joensen, stjóri, frá í tíðindaskrivi.
Í hesum sambandi hevur felagið skift navn, og eitur nú Pelagos Kollafjørður Pf.
Nevnd og leiðsla í Pelagos Pf og Pelagos Kollafjørður Pf er tann sama.