Føroyar eru bara fáar dagar frá einum handilsboykotti úr ES, sum fer at raka allan okkara útflutning av sild og makreli til ES. Eisini fer ES at stongja sínar havnir, soleiðis at føroyskur sild og makrelur til marknaðir aðrastaðni kring heimin ikki kann umskipast í nakrari havn í Evropeiska Samveldinum.
Boykottið fær sína ávirkan, tí í fjør útfluttu Føroyar makrel fyri 434 milliónir krónur og sild fyri 113 milliónir krónur, beinleiðis til ES-marknaðin. Í rundum tølum svarar hetta til, at helvtin av makrelinum og ein triðingur av sildini fóru beinleiðis til keyparar í ES.
Við støði í útflutningstølunum fyri 2012, so er tilsamans talan um útflutning fyri 547 milliónir krónur, ið skal finna nýggjar marknaðir, eftir at boykottið er sett í verk.
Stríðið stendst sum kunnugt um, at Føroyar vilja hava størri part av uppsjóvarfiskinum í Norðuratlantshavi, enn strandalandaavtalurnar undanfarin ár hava givið í okkara part. Tað veri seg bæði av makreli og norðhavssild.
Førdi fiskivinnupolitikkurin hevur sett Føroyar í ta støðu, at landið ásetir sær sjálvum 15 prosent av samlaðu makrelkvotuni og 17 prosent av samlaðu sildakvotuni. Tað verður gjørt uttan avtalu við hini strandalondini, sum leggja Føroyar undir at føra ein ábyrgdarleysan fiskivinnupolitikki.
ES gongur á odda við atfinningunum, og samveldið er nú komið hartil, at boykott móti Føroyum er bara dagar burturi.
Tí er tað ein sera aktuellur fundur, ið Sjómannadagarnir í Klaksvík bjóða til í kvøld.
Við á fundinum eru Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Við er eisini Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, ið hevur sett spurnartekin við førda politikkin og handfaringina hjá landsstýrinum av silda- og makreltrætuni. Úr vinnuni er Pól Huus Sólstein, sølustjóri hjá Atlantic Pelagic, ið selir allan fiskin hjá Norðborg og Christian í Grótinum. Teirra høvuðsmarknaður er ES.
Fundurin byrjar við tveimum framløgum, sum á hvør sín hátt raka mitt inn í aktuella evnið.
Bjørn Kunoy, løgfrøðiligur ráðgevi á Uttanríkistænastuni í Tinganesi, stendur á odda fyri føroysku fyrireikingunum ímóti ES-boykottinum. Hann fer at greina ósemjuna, sæð úr føroyskum sjónarhorni, og hvørji altjóða rættarlig atlit og stig eru til at taka.
Hans Ellefsen vardi 14. mai eina ph.d ritgerð, har hugt verður nærri eftir avtalunum um pelagiska ríkidømið í Norðuratlantshavinum. Fokus var at hyggja at stabilitetinum í avtalunum, og hvussu til ber at gera varandi avtalur.
Bjørn Kunoy og Hans Ellefsen hava hvør sína framløgu á fundinum.
Fundurin verður í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík klokkan 19 í kvøld.
Kjakfundurin er sum nevnt partur av Sjómannadøgunum í Klaksvík. Fullfíggjað skrá fyri dagarnar sæst HER.