Sjálvandi hevur Argentina møguleikan at senda Brasil út í kuldan, um londini hittast í HM-endaspælinum. Tað vóru skelkandi boðini, sum Pelé hevði at bera landsmonnum sínum, tá hann varð spurdur, hvørt Argentina hevur møguleika at vinna HM.
Suðuramerikonsku arvafíggindarnir kunnu í fyrsta lagi tørna saman í hálvfinaluni, so enn er langt eftir á mál, áðrenn svarið hjá Pelé kann eftirkannast.










