Pedro til Premier League

Manchester United hevur tapt kríggið um Barcelona spælaran, sum nú endar hjá kappingarneyta

Pedro skiftir frá Barcelona til Chelsea – og ikki til Manchester United, sum annars var væntað. Tað skriva spanskir miðlar í dag.

 

Í alt summar hevur ljóðað, at 28 ára gamli Pedro fór at skifta til Manchester United. Nú ljóðar, at  Chelsea í evstu løtu hevur yvirhálað Manchester United. Tað skrivar Marca í dag, meðan Sky Sports sigur, at Manchester United hevur trekt seg í stríðnum at keypa orkuríka vongin frá Barcelona.

 

Um vikuskiftið varð nógv tosað um Chelsea og ónøgdina hjá José Mourinho, tí felagið ikki hevði styrkt um hópin. Í vikuni keyptu teir 21 ára gamla vinstra bakkin úr Ghana, Baba Rahman.

 

Í dag sigst, at Pedro er ávegis til felagið fyri áleið 200 milliónir krónur, meðan felagið somuleiðis heldur áfram at bjóða upp á enska miðverjan hjá Everton, John Stones. Everton er tó sambart bretskum miðlum ikki sinnað, at gera eina avtalu um John Stones, hóast boðini eru farin væl um tær 200 milliónir krónurnar.

 

Manchester United hevur eisini verið inni í myndini í samband við John Stones. Spurningurin er um teir nú hugsavna seg um at keypa miðverjan – ella kanska Thomas Muller(Bayern Munchen), ið bretskir miðlar eisini skriva um. Hann kostar um eina hálva milliard krónur sigur søgan.