Pedofilur undir illgruna fyri at hava rænt Madeleine McCann

Portugisiska løgreglan sgur, at mann ongantíð fyrr hevur verið so tætt við at funnið útav, hvat hendi við Madeleine McCann, sum hvarv úr kamari sínum á einum hotelli í Portugal

 

Portugisiska løgreglan kannar enn málið um bretsku Madeleine McCann, sum hvarv úr einum portugisiskum hotelli fyri 12 árum síðan, tá hon var trý ára gomul. Nú hevur løgreglan ein persón undir illgruna, hvørs navn og uppruni ikki eru almenn, men løgreglan meinar seg í øllum førum hava eina góða sak. 

Hetta hendir aftaná eitt tipp frá Scotland Yard í Onglandi, sum áhaldandi hevur kannað málið um Madeleine McCann seinastu árini. Tippið snúði seg um ein mann, sum er kendur pedofilur í bæði Onglandi og Portugal. 

##med2##

Portugisiska løgreglan hevur áður gjørt kanningar um hendan mannin í pedofilmálum. Men nú kannar mann hann altso eisini í sambandi við málið um Madeleine McCann.

Maðurin, sum er undir illgruna, hevur framt seksuellan ágang minst 30 ferð, og allar ferðnar er hetta hent innan fyri ein radius á góðar 60 kilometrar frá har, sum Madeleine McCann hvarv. Hann var eisini í økinum, tá lítla gentan hvarv sporleyst úr kamari sínum, meðan foreldrini vóru til borðs uttan fyri.

Ein kelda hjá portugisisku løgregluni sigur við avísina Correio da Manha, at mann ongantíð fyrr hevur verið so tætt við at funnið útav, hvat hendi við Madeleine McCann. Vónir eru fyri, at málið verður uppklárað, men ein kelda frá løgregluni sigur við portugisisku avísina, at mann ikki væntar, at hon er á lívi. Um Madeleine McCann er á lívi, er hon 16 ára gomul.