Peder er fyrimyndin hjá Breivik

Undir avhoyringini av Anders Behring Breivik hevur hann sagt, at ein »Fjarðamaður« (Fjordman) er stóra fyrimyndin. Hesin er eisini nevndur fleiri ferðir í 1516 síður langa manifestinum hjá hópdrápsmanninum.

Fjordman hevur veri dúgligur bloggari, men eingin hevur higartil vitað, hvør fjalir seg undir hesum heitinum. Til nú.

Longu í farnu viku fór Peder Jensen úr Ålesund til Nydalen í Oslo fyri at melda seg til Trygdartænastuna hjá Løgregluni, PST (Politiets sikkerhedstjeneste), skrivar VG.

PST hevði ikki stóran áhuga í Peder Jensen at byrja við, og bað hann bara senda ein teldupost. Hann upplýsti fult navn og bústað, men segði ikki, at hann var Fjordman.

Tað trúði eg veruliga, at løgreglan visti. Men einasta grundin til, at teir nú vita tað er, at eg pikkaði á dyrnar og segði hey, sigur Peder Jensen við VG, sum eftir avhoyringina hjá løgregluni, fekk eina samrøðu við Ålesundbúgvan.

Hann varð ikki avhoyrdur fyrr enn hósdagin, og tað var so eftir hetta, at blaðfólk hjá VG tosaði við Peder Jensen. Hetta er eisini orsøkin til, at tað er alment kent, hvør Fjordman í veruleikanum er.

Tað var eitt sindur ørkymlandi, at einki hendi. Eg vildi hava løgregluna at greina málið um meg út, sigur Peder Jensen við VG.

Løgreglan sigur tað vera ógjørligt at gera vikðmerkingar til, um søgan er sonn ella ikki.

Vit kunnu ikki gera viðmerkingar um øll, ið vit koma í samband við. Velur hann at siga tykkum hetta, mugu tit bara trúgva honum, sigur Siv Alsén frá PST við VG.

Hon sigur, at ein nevnd er sett at kanna júst hetta málið, og fyrr enn hon er komin til eina niðurstøðu, og fyrr enn hendan er liðug við sítt arbeiði, kunnu tey einki siga.

Aðrar løgreglukeldur keldur siga kortini, at ein persónur meldaði seg í síðstu viku, og at tey ikki fyrr enn fleiri dagar seinni skiltu, at talan var um Fjordman.

Peder Jensen sigur við VG, at hann og familja hansara fara »undir jørðina« í eina óavgjørda framtíð.