Pedagogfelagið 20 ár

Føroya Pedagogfelag fyllir í dag, 1. juni, 20 ár. Í sambandi við føðingardagin hevur felagið fingið Bárð Jákupsson at gera serligt steinprent til allar limir felagsins

Tá felagið varð stovnað fyri 20 árum síðani vóru bert 80 limir. Í dag liggur limatalið um 1100.
? Felagið varð av fyrstan tíð stovnað sum eitt áhugafelag hjá útbúnum pedagogum, sum komu heim frá útbúgving úr Danmark og Íslandi. Nú er felagið vorðið til eitt sjálvstøðugt felag við samráðingarrætti, greiðir Carita Björklund, formaður í Pedagogfelagnum frá.
Eitt av aðalmálunum hjá felagnum var av fyrstan tíð at fáa til hølvdar eina føroyska útbúgving, sum gjørdi tað møguligt hjá føroyingum at útbúgva seg í Føroyum.
? Og hetta hava vit megnað, og er hetta eitt av teimum heilt stóru stigunum hjá felagnum. Tann tørvurin, sum stóð í vøkstri tá, sum man sá, er veruleiki í dag.
Carita greiðir frá, at tá felagið varð stovnað vóru bara einir 3 ella 4 stovnar í Havnini. Í dag eru nógv fleiri stovnar og pedagogar. 1. juni í 1982 vóru bert eini tvey prosent av limunum mannfólk, og arbeiddu teir fyri tað mesta innan bústovnaøki. Í dag eru 12 prosent av limunum mannfólk.
Til føðingardagin hevur pedagogfelagið fingið Bárð Jákupsson at gera serligt steinprent til limirnar, sum Grafiska verkstaðið hevur prentað. Hetta fyri at markera dagin á ein serligan hátt.
Annars verður opið hús í hølum felagsins í Tungugøtu í dag frá klokkan 14 til 17.