Limirnir í Føroya Pedagogfelag sýndu allan gjárdagin samhuga við limum Starvsmannafelagsins við at leggja arbeiðið niður.
Pedagogfelagið er samt við Starvsmannafelagnum í, at tey alment løntu starvsfólkini als onga lønarhækkan hava fingið í áravís. Tey halda gongdina heldur hava verið beinleiðis øvugta. Tí halda tey tað vera heilt óskiljandi, at Fíggjarmálastýrið vísir so lítlan vilja at veita teimum alment løntu starvsfólkunum sømulig kor. Tey átala harðliga tvørrandi viljan hjá Fíggjarmálastýrinum at eftirlíka teimum krøvum, sum fakfeløgini hjá teimum alment løntu hava sett fram undir verandi sáttmálasamráðingunum.
Lønarhækking løgtingsmanna vanvirðislig
Somuleiðis metir Pedagogfelagið framferð Fíggjarmálastýrsins vera beinleiðis vanvirðisliga, tá hugsað verður um, at politiski myndugleikin samstundis, sum hann ikki vil hækka lønirnar hjá teimum alment løntu, hevur samtykt lóg, sum gevur teimum fólkavaldu lønarhækkingar, sum eingin yrkisbólkur á føroyska arbeiðsmarknaðinum nakrantíð hevur fingið.
Liðugur á midnátt
Arbeiðssteðgurin hjá pedagogunum var liðugur á midnátt. Men tó hevur hann havt stóra ávirkan, tí ein rúgva av foreldrum vistu í gjár ikki hvussu tey skuldu fáa børn síni passaði, meðan tey vóru til arbeiðis.
Nakrir limir í Føroya Pedagogfelag vóru undantiknir arbeiðssteðginum. Hesir vóru starvsfólk á døgnstovnum, tænastumenn og tænastumannalíknandi sett.











